Leikurin varð framførdur á Meiarínum á heystið 2007. Fyri fullsettum húsum.
Umtala og ummæli í fjølmiðlunum vóru sera góð.
Á sumri 2008 varð TVAZZ bjóðað til Tampere í Finlandi á altjóða yrkissjónleikarafestival. Eisini har vóru ummælini góð.
Sí ummæli og umtalu annars av hesi uppseting í reyðu brotunum á høgru síðu.
Norðurlendska leikritavirðislønin fór til Fundamentalistin.
Juha Jokela vann við leikinum Fundamentalisturin Norðurlendsku Dramatikara Virðurslønina 2008.Finska úrvalsnevndin hevði um 200 leikrit, sum hava verið í framførslu síðan 2006, at velja ímillum.Tey innstillaðu Fundamentalistin, sum besta leikrit í Finlandi seinastu 2 árini.Nevndin í Nordisk Teater Union valdi Fundamentalistin millum 3 onnur leikrit úr Íslandi, Danmark og Svøríki.Hervið er Fundamentalisturin besta leikrit, sum er skrivað í Norðurlondum seinastu 2 árini.Umframt heiðurin fekk Juha Jokela 5000 evrur.
(Skrivað á heysti 2007): Eftir finska leikskaldinum Juha Jokela.
27. oktober 2007 hevur TVAZZ frumsýning av leikinum Fundamentalisturin. Ein finskur leikur frá 2006. Fundamentalisturin hevur higartil bert verði framførdur í Finlandi, har hann varð sýndur yvir 100 ferðir fyri fullsettum húsum. Juha Jokela leikstjórnaði sjálvur finsku uppsetingina.
Fundamentalisturin er ein leikur um trúgv. Men eisini ein leikur um tvey leitandi menniskju og samband teirra millum, teirra vónir, sannføring, kærleika og glatan og ikki minst teirra samband við Kristnu trúnna og tulking av Bíbliuni.
Hvat kostar tað at tilogna tær eina trúgv fult og heilt?
Hvat kostar tað at missa trúnna?
Hvat er sonn frelsa?
Hvør av teimum er fundamentalisturin?
Eru bert nakrir av spuringunum, sum leikurin setur.
Sagt um leikin:
Leikurin Fundamentalisturin er eitt gløgt og sera neyvt uppbygt psykologiskt drama um tvey fólk, sum hava ein ómetaligan tørv á at søkja sannleikan. Í hesi strømmu og einfaldu søgu um tvey fólk við sera ymiskari tilgongd til Kristnu trúnna, kannar høvundurin, hvat átrúnaðarlig sannføring er, umframt vandarnar av átrúnaðarligari fanatismu og hvussu skjótt og lætt vit onnur, sum annars halda okkum verða væl upplýst og frísinnað, kunnu gerast líka so sjálvrættvís og dømandi sum fundamentalistar. Jokala viðger óvikiliga hesi fyribrigdi og uttan at døma ella hevja peikifingrar hyggur hann eftir evnunum trúgv, manipulasjón og sárbæri.
Kelda: www.q-teatteri.fi
Tvey sera ymisk kristin: Markus, sum av samvitsku ávum er farin frá starvi sínum sum sóknarprestur og Heidi, hansara fundamentalistiskt virknu vinkonu. Tey hittast aftaná tjúgu ár. Heidi hevur funnið Guð í eini bráari og bergtakandi uppvekjan og Markus er djúpt skelkaður av hennara absoluttu sannføring. Tann djúpa ósemja, sum sprettur teirra millum og tey ymisku sjónarmiðini, sum koma fram um kærleika, kynslív, menniskjaliga ábyrgd og tað at verða góðtikin, drívur bæði tvey út á eggina í eini sálarligari fløkju. Leikurin kastar ljós á, hvat fundamentalisma er fyri nakað - við øllum sínum fellum og fløkjum.
Kelda: www.teatterikesa.fi
Hesi stuðlaðu uppsetingini av Fundamentalistinum:
Mentamálaráðið
Tjóðpallur Føroya
Mentanargrunnur Landsins
EIK Banki
Dansk-Færøsk Kulturfond
Tórshavnar Býráð
Finlands Instituttet
Fjølrit
Atlantic Airways
Ferðin til Finlands varð stuðlað av:
Norðurlandahúsinum í Føroyum
Mentanargrunni Landsins
Tórshavnar Býráð
Mentamálaráðnum
Sankta Frans Skúli
Forlag:
Nordiska Aps. - København