Leikbólkurin TVAZZ er ein yrkissjónleikabólkur, sum varð stovnaður í 2006.
Fyrsta uppseting hjá TVAZZ var leikurin Køksdrotningarnar og næsta uppseting var í 2007, leikurin Fundamentalisturin.
TVAZZ er eitt forum, har listafólk innan visuella list hittast, t.e. sjónleikur, dansur, video, myndlist, sniðgeving av ymsum slag, tað verið seg pallur, ljós, ljóð, grafikkur, búnar, foto, installasjón, performance, tónleikur – ja, snøgt sagt alt, sum kann síggjast á palli.
TVAZZ er eitt netverk og eitt forum, har listafólk hittast til sparring, verkætlanir og viðmerkingar, kjak og íblástur, til spæl og leik, til stuðul og stimbur hjá hvørjum øðrum og øðrum ørum.
TVAZZ er sprottið úr sjónleikaumhvørvinum, tí verður tað fyrst og fremst sjónleikur, sum verður vørumerkið hjá TVAZZ. Komandi verkætlanin verður sjónleikurin 4.48 Psykosa.
Men TVAZZ er ein livandi eind, sum er í støðugari menning og tí verður merkt og mýkt av teimum einstaklingunum, sum eru við.
Endamálið er at gera verkætlanir - leikir, framførslur, framsýningar, konsertir – á høgum listarligum støði.
Heimstaðið er Føroyar, men samstarvið verður við allan heimin.
At knýta bond og skapa møguleika fyri millumtjóða samstarvið.
At bjóða listafólki uttaneftir higar og at fáa føroyskar “lista-útisetar” aftur hendanvegin og sjálvsagt at spæla saman við teimum , sum eru her frammanundan.
Nøkur brot úr ummælum:
Brot úr ummælum:
Høgni Djurhuus, ÚF:
Køksdrotningarnr, 2006: “Tær pikka ikki uppá vesihurðina og bíða pent til onkur svarar ”kom inn!” Tær sparka køksvindeygað inn og geva smáborgarum og gudiligum longutong langt upp í reyvina.
Ikki ber til at siga, at TVAZZ strikes again. Hetta er fyrsti leikurin hjá nýggja leikbólkinum TVAZZ.”
C.C.Jensen, Dimmalætting:
“Og so er tað eisini forkunnugt hjá okkum her á klettunum at fáa , um ikki annað, so eitt fleyr av tí, sum rembist
í evropeiskari samtíðarleiklist”.
Mikkjal Helmsdal, Sosialurin:
Uppsetingin av Fundamentalisturin eftir finska skaldið Juha Jokela er enn ein leikuppseting,
ið setir dagskránna
– bæði listarliga og innihaldsliga”.
!!! TVAZZ MEINAR TAÐ !!! TAÐ ER ONKI TVAZZ !!! TVAZZA BARA !!!