In yer face drama!!!
Sarah Kane skrivaði leikin 4.48 Psykosis. Hetta var seinasti leikur frá hennaru hond. Hon doyði í 1999 einans 28 ára gomul. Men eftir henni lá longu ein rúgva av leikum, sum vórðu spældir um alt Europa.
Sarah Kane hoyrdi til unga ættarliðið av leikhøvundum, sum í 1990’unum stormaðu fram við sínum progressivu og kontroversiellu samtíðarleikum. At byrja við fyri Royal Court Theatre í London, men skjótt vórðu teir spældir í øllum Bretlandi og restina av Evropa. Hesi leikir vóru nevndir
“In Yer Face drama” orsakað av sínum ráa, ópoleraða og ágangandi innihaldi, máli og skapi.
4.48 Psykosa er ikki leikur, sum vit vanliga kenna tað við plotti, karakterum, konflikt, uppspenningi og forloysing. Nei, heldur er hetta ein kvøða til lívið og longsulin til deyðan í einum fragmentariskum, sureellum og sveimandi tóna, sum als ikki kennist sum svalandi døggdropar ein summarmorgun, men heldur sum bítandi barberbløð á naknari húð, sum kolandi stormur í sálarinna allardjúpasta skýmaskoti, djúpt harniðri, har ongin vón sýnist at verða. Har mest átroðkandi spurningur er: Er lívið vert at livað?
So frá svarta gálgaskemtinum í Køksdrotningunum til átrúnaðarligt tilverukegl í Fundamentalistinum fer
TVAZZ nú við 4.48 Pskosa víðari í síni rannsókn.
Hesaferð verður tikið um enn eitt risastórt tabu-evni:
Depressiónin og sjálvmorðið.
Ein site specific ferð úti í Samkomuhølunum hjá Landssjúkrahúsinum.
Har vit øll, áskoðarar sum leikarar, í grundini eru sjúklingar? læknar? Dómarar? Vitni? Bøðlar? Lúrarar?
"Klokkan 4.48
tá vónloysið vitjar
havi eg hug at heingja meg
meðan eg hoyri mín elskara anda
eg vil ikki doyggja"
brot úr 4.48
Luttakarar í verkætlanini:
Leikstjóri..............................................Egill Heiðar Anton Pállsson
Týðari..................................................Gunnar Hoydal
Leikari og stigtakari...............................Gunnvá Zachariasen
Tónleikari.............................................Rasmus Rasmussen
Leikari.................................................Hjálmar Dam
Ljóssnið og rúm....................................Egil Barclay Høgenni Hansen
Myndir/ video.......................................Marianna Mørkøre
Framleiðslustjóri..................................Oddvá Nattestad
Teknikkur/koyring................................ Mikkjal Arge Galan
Tíð og Stað:
Frá 12. September 2009
Á Samkomuhøllini á Landssjúkrahúsinum (Eirargarði, við Psyk. depil)
Billettir fáast á www.ebillett.fo
og á Kunningarstovuni í Havn
og við dyrnar 1 tíma undan sýning.
AVMARKAÐ ATGONGD!!!
12. september kl. 20 útselt
13. september kl. 20
15. september kl. 20
16. september kl. 20
17. september kl. 20
18. september kl. 20
19. september kl. 20
20. september kl. 20
22. september kl. 20
23. september kl. 20
24. september kl. 20
25. september kl. 20
26.september kl. 20
27. september kl. 20