Stjóri til Tjóðpall Føroya
leygardagur 24.okt 2009
Tjóðpallur Føroya
Stjóri til Tjóðpall Føroya
Lýst verður eftir stjóra at seta frá 1. februar 2010 ella skjótast til ber.

Stjórin kemur at hava listaligu og fyrisitingarligu ábyrgdina og standa fyri menningini av Tjóðpallinum í samstarvi við leiklista- og mentanarøkið í Føroyum.

Førleikakrøv
Vit vænta, at umsøkjarar hava visiónir um at menna leiklist í Føroyum og neyðuga førleikan at leggja framtíðarætlanir fyri Tjóðpall Føroya.

Umsøkjarar skulu harafturat hava
• leiklistaliga útbúgving ella royndir innan leiklist
• leiðslu- og samstarvsevnir
• hollar royndir við fyrisiting og fíggjarstýring

Lønar- og setanartreytir
Starvið er í løtuni lønt samsvarandi 36. lønarflokki hjá Tænastumannafelagnum, tó uttan at vera tænastumannastarv. Treytað av, hvørjum fakfelag, komandi stjórin er limur í, kann talan vera um samráðingar um innskipan sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum. Stjóraskeiðið er í mesta lagi 5 ár í senn.

Meiri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Anniku Sølvará, forkvinnu í Leiklistaráðnum, á telefon 56 78 03 ella á annika@gransking.fo.

Umsóknarfreist
Umsóknir við grundgevingum, prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu stílast til Leiklistaráðið, sum er setanarmyndugleiki, í seinasta lagi 27. november 2009.

Leiklistaráðið, Postrúm 212, FO-110 Tórshavn, att. Annika Sølvará.

Tjóðpallur Føroya er almennur stovnur, skipaður við løgtingslóg nr. 68 frá 2. mai 2003. Játtanin til Tjóðpallin er 3,85 mió. kr. í 2009.

Tjóðpallurin skal sambært lógini
• í virksemi sínum leggja dent á føroysk verk á dygdargóðum listaligum støði, eins og stovnurin skal framføra klassisk so væl sum nútímans altjóða verk
• geva borgarunum í øllum landinum eitt breitt og dygdargott tilboð av leiklist – sjónleiki so væl sum aðrari palllist
• tryggja sjónleikarum, dansarum og øðrum leikhússtarvsfólki hóskandi arbeiðsmøguleikar til tess at menna yrkisførleikar teirra
• skipa fyri leiklistaligum útbúgvingum og eftirútbúgvingum
• fremja og menna yrkis- og áhugaleiklistina í Føroyum.
Tvazz • email. tvazz@tvazz.com